Beate heldur fram sum forkvinna

Ein nýggjur limur bleiv vald í nevndina hjá Landsfelag Pensjónista

Forkvinnan í Landsfelag Pensjónista eitur enn Beate L. Samuelsen. Tað er greitt nú nevndin hevur skipað seg eftir aðalfundin um vikuskiftið. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Á aðalfundinum stóðu tríggir av teimum fimm nevndarlimunum fyri vali. Beate L. Samuelsen og Ingeborg Vinther vóru báðar afturvaldar, meðan Elna Lamhauge Strøm er nývald. Harumframt sita Alfred Olsen og Ingrid S. Henriksen í nevndini.

Aftaná aðalfundin hevur nevndin skipað seg við Beatu L. Samuelsen sum forkvinnu, Ingeborg Vinther sum næstforkvinnu og Elna Lamhauge Strøm, Alfred Olsen og Ingrid S. Henriksen sum nevndarlimir.

Varalimir í nevndini eru Maria Olsen, Jákup Hummeland og Jón úr Konoy.