Beinir: Hatta var ein fantastiska lekkur kensla

Bólkurin BEINIR hevði fyrstu konsertina á ársins G! Festivali

 

G! festivalurin er av álvara skotin í gongd, og tað var poppbólkurin BEINIR, ið byrjaði brakið klokkan 17:40 á Spæliplássinum. Teir spældu í 40 minuttir, og settlistin fevndi um spildurnýggj løg. Ungu dreingirnir komu av pallinum fyri lítlari løtu síðani, og lagið á oddamanninum Beinir Troest Rasmussen var ógvuliga gott.

- Tað riggaði ótrúliga væl. Eftir sum at konsertin var fyrsta tiltakið í ár væntaðu vit ikki serliga nógv. Men har vóru nógv fleiri fólk, enn vit væntaðu, og tað var ein fantastiska lekkur kensla at sleppa at spæla sum fyrsti bólkurin í ár, sigur Beinir Troest Rasmussen.

Eitt leyst skot frá forsangaranum er, at har vóru millum 150 og 200 fólk, ið lurtaðu í kvøld. Hann sigur eisini, at tey óútgivnu løgini, sum teir spældu í kvøld, fara øll at koma út so við og við sum stakløg komandi tíðina.

Bólkurin er mannaður av Beinir Troest Rasmussen á kassagittara og vokali, Benjamin Djurhuus á bassi, Bárður Petersen á elgittara og Eyðtór á Dalbø á trummum.