Beinir Johannesen gjørt kanónval

22 ára gamli klaksvíkingurin, Beinir Johannesen, hevur gjørt eitt kanónval. Enn eru endaligu tølini ikki komin, men greitt er longu nú, at hann verður valdur

– Hetta sær sera spennandi út, og eg eri sera takksamur fyri allar atkvøðurnar, sigur Beinir Johannesen, sum er heima í Klaksvík saman við familju og vinum, har tey fáa suppu og annað gott.

Ungi fólkafloksmaðurin hevur fingið 336 atkvøður, áðrenn tølini frá Klaksvík og Tórshavn eru tald við. Samstundis er eisini klárt, at 571 atkvøður liggja í bunkanum í Klaksvík hjá Beinir Johannesen.

##med2##

Tískil er greitt, at Beinir Johannesen er valdur.

Beinir Johannesen gjørdi eisini eitt sera gott fólkatingsval 5. juni, tá ið hann fekk heilar 677 persónliga atkvøður.

##med3##

Eftir øllum at døma verður Beinir Johannesen sostatt tann yngsti løgtingslimur, sum er valdur í dag.

Beinir Johannesen er bara 22 ár, og tað er bara aðru ferð, at hann var á løgtingsvali, ta´ið hann valdi í morgun. Hann var eisini á vali fyri fýra árum síðani, tá ið hann bara var 18 ára gamal.

Vit vóru við, tá ið Beinir Johannesen var á vali í morgum í KÍ-Høllini í Klaksvík.

##med4##