Beinta Løwe vil hava svar um asfaltverkið á Sundi

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal svara skrivliga um nøkur viðurskifti í sambandi við, at asfaltverkið nú ikki letur upp aftur

Asfaltverkið á Sundi letur ikki uppaftur. Tað hevur Landsverk, sum eigur asfaltverkið, gjørt av, tí tað er í so ringum standi, hóast nógvar milliónir eru brúktar uppá at fáa tað í stand. Tað kom fram í Kringvarpinum í vikuni.

Í tí sambandi hevur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen ein fyrispurning.

Beinta Løwe spyr, hvussu nógv samlaði kostnaðurin fyri asfaltverkið á Sundi er. Eisini vil hon hava at vita, um fíggjarlig heimild var at leiga, umvæla og keypa asfaltverkið.

- Ætlar landsstýrismaðurin at kanna málið nærri? spyr hon til síðst.