Ben Arabo aftur hjá Atlantic Petroleum

Ben Arabo verður nú aftur partur av Atlantic Petroleum, har hann var stjóri til í september 2017.

Tá fór hann úr starvi fyri at gerast stjóri í P/F Betri.

Hesum boðaði P/F Betri frá í tíðindaskrivi 29. september í 2017.

Men Ben Arabo var ikki leingi í stjórastarvinum hjá P/F Betri. Í eini fráboðan 25. september í 2018 boðar P/F Betri frá, at Ben Arabo ikki longur er stjóri felagsins, sum hann hevði verið síðani 1. desember í 2017.

Nú boðar so fyrrverandi arbeiðsgevari hansara, P/F Atlantic Petroleum, frá, at Ben Arabo verður skotin upp til nevndarlim á eykaaðalfundinum hjá Atlantic Petroleum, sum verður 25. juli.

Ben Arabo hevur drúgvar royndir úr oljuvinnuni – seinast sum stjóri í Atlantic Petroleum til sepmetber í 2017.