Ben Arabo fær 5,2 mió kr í uppsagnarløn kortini

P/F Betri bakkaði í stíðnum um uppsagnarlønina hjá Ben Arabo, sum varð koyrdur frá sum stjóri P/F Betri.

24. september í 2018 varð Ben Arabo koyrdu úr starvi, sum hann hevði røkt í góðar 9 mánaðir. Tað visti útvarpið hjá Kringvarpinum at siga í dag.

Orsøkin til uppsøgnina var, at hann skal hava misrøkt sáttmálan, og tí ikki hevði rætt til fráfaringarsamsýningina, sum sáttmálin ásetir. Sáttmálin ásetti, at hann skuldi hava løn í tvey ár eftir uppsøgn. Árslønin hjá Ben Arabo var 2,6 milliónir krónur, og tí var uppsagnarlønin nátúrliga 5,2 milliónir krónur.

Men av tí at P/F Betri segði, at Ben Arabo hevði misrøkt sáttmálan, vildu tey bara gjalda helvtin av uppsagnarlønini.

Hesum fann frákoyrdi stjórin seg ikki í. Hevði hann misrøkt sítt starvi, so vildi hann hava P/F Betri at prógva tað, og tí stendi hann Betri eftir teimum írestandi 2,6 milliónu krónunum.

Málið skuldi verið fyri í rættinum í fjør, men tað var útsett, tí ynski var um at gera semju.

Ben Arabo hevur fyrr sagt við in.fo, at hann hevur einki at gera semju um. Heldur Betri, at hann hevur mishildið sáttmálan – sum hann heldur vera eina sera álvasama ákæru – so heldur hann, at Betri skal prógva sín pástand, og so er einki at gera semju um.

Sambært Kringvarpinum, so hevur P/F Betri nú bakkað og rindar frákoyrda stjóranum fullu fráfaringarlønina, 5,6 milliónir krónur.

@font-face { font-family: Cambria; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }p { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }div.Section1 { }