Bendtner slapp ikki at keypa ein Opel

Kleyvarskapurin hjá danska fótbóltsspælaranum Nicklas Bendtner verður nú nýttur í herferð at selja bilar.

Gølurnar hjá Nicklas Bendtner verða nú brúktar aktvit í lýsingarherferð fyri týska bilmerkið Opel í Danmark. Tað skrivar Dansk Markedsføring í dag.

##med2##

Talan er um viðgitna FCK-spælaran, sum á yrkisleiðini hevur verið í tengdur at nógvum gølum, tí hann ikki hevur dugað at stýrt sær í náttarlívinum.

Men nú verður hann høvuðspersónur í eini lýsingarherferð fyri Opel í Danamark, sum byrjaði í dag. Tað upplýsir marknaðarfyritøkan Kunde & Co, sum stendur fyri herferðini.

Í lýsingini verður noktað Nicklas Bendtner at keypa ein Opel, tí bilasølumaðurin ikki heldur, at hann er nóg skilagóður til tess. Opel hevur breggjað sær av at framleiða »týskar góðskubilar til skilagóðar prísir«.

Upplýst verður, at orsøkin til, at Bendtner er við í lýsingini er, at »skynsemi ikki er serliga seksut. Serliga ikki, tá tað snýr seg um bilar. Men tó so, so hóskar orðið væl til Opel.

So hvussu gert tú okkurt skilagott áhugavert?

Tað var avbjóðingin, sum lýsingarfyritøkan hevði fingið frá Opel, og loysnin endaði við einum høvuðspersóni við ógvuliga avmarkaðum skilagóðum umdømi, sum skal royna seg sum »skilagóðan«.

Nicklas Bendtner hevur verið høvuðspersónur í fleiri gølum. Eitt nú er hann dømdur fyri rúsdrekkakoyring. Í 2013 misti hann koyrikortið í trý ár. Samstundis fekk hann 842.000 krónur í bót. Eftir dómin segði hann millum annað:

– Eg eri ómetaliga keddur av mínum gerðurm. Hetta er ringasti dagur í lívi mínum. Eg eri ótrúliga harmur um hetta, og tað fer ikki at henda aftur.

Av hesum málum vilja tey flestu, sambært tíðindaskrivinum, helst bólka hann í kategoriini »ikki skilagóður«.

Víðari verður sagt í tíðindaskrivinum, at »sjálvt um 31 ára gamli fótbóltsleikarin í veruleikanum hevur lagt av hesar ringu vanar, hevur hann so mikið av sjálvspei, at hann sær tað stuttliga í herferðini, har hann verður jagstraður av síni tápuligu fortíð.«

– Niclas hevur gjøgnum alla tilgongdina víst, hvussu væl hann dugir hendan leikin, hóast filmsvinnan ikki er heimavøllur hansara. Tað ber ongantíð til at siga, hvat tú fært, tá tú brúkar óroyndar persónar í slíkum leiki, men hetta hevur riggað nógv betur, enn vit høvdu vónað. Fortíðin hjá Niclas Bendtner passar sum stoypt til konseptið, tá hann sum umboð fyri tey »óskynsomu« strembar eftir tí skilagóða, sigur Jesper Kunde, sum hevur staðið fyri verkætlanini.

Jesper Kunde vísir aftur yvir fyri Markedsføring, at tað kann vera ein trupulleiki, at Nicklas Bendtner er við í lýsing fyri eitt ávíst bilmerki.

Tí hvørjar umhugsanir liggja aftan fyri at brúka ein mann sum Nicklas Bendtner, sum eitt nú er dømdur fyri rúsdrekkakoyring?

– Vit lýsa ikki við, at tú skalt vera sum Bendtner. Og vit lýsa ikki við, at tað er gott at gera allar hesar gølurnar. Bendtner er við uppá, at tað, hann hevur gjørt, ikki er í lagi. Hann veit væl, at tað, hann hevur gjørt, er nakað lort, sigur Jesper Kunde.

Men ber hetta ikki dám av, at hetta í sær sjálvan skal skapa uppmerksemi?

– Jú, tað vóna vit. Vit royna at skapa uppmerksemi um, at Opel er ein skilagóður bilur. Vit brúka Bendtner sum dømi um ein, sum ikki er tað.

Men kann tað so ikki fáa onkran at lata verav ið at velja sær ein Opel?

Hví tað? Hann er eingin talspersónur. Men tað hevði neyvan gingið við slíkari lýsing í Týsklandi, tí tey hava ikki sama hátt fyri ironi sum vit í Danmark, sigur hann.

Rúsdrekkakoyring er eitt álvarsamt mál, sum setir mannalív í vanda. So er spurningurin,  hvussu væl tað hóskar saman við eini lýsing fyri eitt bilmerki?

–Tað hevur einki við hetta at gera. Tað skilaleysa merkir, at hann ikki sleppur at keypa ein Opel. Og tað sigur nakað í sær sjálvum, sigur Jesper Kunde.

Fýra ymsir filmar eru framleiddir, sum tann Oscar-tilnevndi Martin Zandvliet hevur leikstjórnað.

Bendtner spælir saman við sjónleikaranum Morten Schaffalitzky, sum hevur leiklutin sum tann ivasami bilasølumaðurin, sum ikki vil lata Bendtner keypa ein Opel.

Herferðin er grundað á eitt eina kanning, sum Kunde & Co hava gjørt í 2018. Kanningin vísti, at danir meta Opel sum eitt álítandi og skilagott bilmerki, verður uppslýst.

Ikke alle er fonuftige nok til en Opel - film 1