Benjamin granskar kjarnorkutilfar í USA

Doktarin í jarðfrøði arbeiðir innan kjarnorkutrygd á kendum granskingarstovni

Í 2003 flutti Benjamin Jacobsen úr Vatnsoyrum til USA í sambandi við lesnaðin. Hann hevur búð har síðani. Benjamin starvast á Lawrence Livermore National Laboratory í San Francisco, og har granskar hann eitt nú innan kjarnorkutrygd.

Benjamin er búsitandi í Walnut Creek, sum liggur í sonevnda Bay Area nakað uttan fyri San Francisco, og síðani 2016 hevur hann verið amerikanskur ríkisborgari – umframt danskur.

– Eg arbeiði á granskingarstovninum Lawrence Livermore National Laboratory, har eg havi verið í føstum starvi síðani 2012. Eg arbeiði mest við kjanorkutrygd. Vit hava útgerð og metodur at finna fram til, hvaðani kjanorkutilfar stavar. Vit gera kanningar av tilfari, sum kann verða roynt smugla, ella sum er funnið onkra staðni, og so skulu vit greina tilfarið – hvat tað er, og hvaðani tað kann vera, sigur Benjamin Jacobsen við Sosialin, sum hvørt vikuskifti hevur samrøðu við útiseta.

– Tá ið Sovjetsamveldið fall, var trygdin á  kjarnorkuverkum og aðrastaðni ikki nóg góð, og tí var nógv tilfar stolið og selt á svarta marknaðinum. Okkurt av tí kann framvegis verða funnið. Vit hava samstarv við ymisk lond, og vit hjálpa eisini øðrum at seta teirra kanningarstovur upp at gera slíkar kanningar, sigur hann.

Øll samrøðan kann lesast í Vikuskiftis-Sosialinum.