Benny fær 28 dagar

Um tað ikki eydnast andstøðuleiðaranum at skipa stjórn er sannlíkt at ísraelar aftur mugu á val

Benny Gantz Mynd: Ritzau / Scanpix

Benny Gantz Mynd: Ritzau / Scanpix

Tað verður ísraelski andstøðuleiðarin Benny Gantz, ið nú fær 28 dagar til at skipa eina nýggja stjórn, aftaná at forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu í gjár gav skarvin yvir, tá tað gjørdist greitt, at hann ikki megnar at skipa ein meiriluta. Tað skrivar bretska blaðið the Guardian.

Tað var forsetin Reuven Rivlin, ið fyrrapartin alment handaði andstøðuleiðaranum samráðingarrættin.

Aftaná tjóðartingsvalið í farna mánað fekk Netanyahu møguleikan at skipa eina stjórn, hóast flokkurin hjá Benny Gantz gjørdist ein tinglimur størri enn stjórnarflokkurin. Tá grundgav forsetin valið við, at hann metti at tað var besti møguleikin fyri eina meirilutastjórn.

Benny Gantz fær nú 28 dagar í síni roynd, men um so er, at tað ikki eydnast, staðfestir grundlógin, at ein triði politikari kann fáa samráðingarrættin frá parlamentinum.

Ein annar møguleiki er, at nýval verður útskrivað. Um so verður merkir tað, at ísraelar mugu brynja seg til at fara á val fyri triðju ferð í ár. 

Benny Gantz Mynd: Ritzau / Scanpix