Ber ikki til at taka koyrikort

Eisini viðskiftafólkini hjá Akstovuni fara at merkja avleiðingarnar av coronasmittuni. Øll bilsýn, teori- og koyriroyndir eru útsett

Frá mánadegnum 16. mars til og við fríggjadegnum 27. mars 2020 ber ikki til at taka teori- og verkligar koyriroyndir, at fáa bilin sýnaðan ella at fáa avgreitt onnur ting á Akstovuni, boðar Akstovan frá í tíðindaskrivi.

Bilar, sum hava fingið innkalling til bilsýn í umrødda tíðarskeiði, skulu síggja burtur frá sýnsboðunum og koma at fáa nýggj sýnsboð seinni.

Fólk, sum hava biðið um sýn, mugu venda sær av nýggjum til Akstovuna, tá ið støðan aftur er vanlig.

Viðskiftafólk, sum hava átrokandi boð til Akstovuna verða biðin um, at skriva teldupost til Akstovuna, boðar Akstovan frá.