Vindeyguni í nýggju framsýningarhølunum eru skift út við vindeygu, sum nú røkka niður móti gólvinum.

Berg Motors dagførir bilasøluna

- Nú verður tað lættari og meira innbjóðandi hjá viðskiftafólki, sum koma inn á gólvið hjá okkum, sigur stjórin í Berg Motors, Saroya Dalsgarð.

Vindeyguni í nýggju framsýningarhølunum eru skift út við vindeygu, sum nú røkka niður móti gólvinum.

 

Tað er nógv hent, og tað fer framvegis at henda nógv hjá Berg Motors á Staravegi á Hálsi í Havn. Á gólvhæddini letur í næstum upp nýtt og snotuligt framsýningarhøli, og her verður ein nógv einfaldari og greiðari skipan við eitt nú móttøku, søludeild, eykalutasølu, verkstaðsinnskriving og bilaleigu.

Arbeiðið at dagføra handilshølini hevur verið í gongd í eina tíð, og eitt nú eru lágu vindeyguni í nýggju framsýningarhølunum skift út við vindeygu, sum nú røkka niður móti gólvinum.

At vindeyguni nú eru vorðin nógv hægri, ger, at nýggja framsýningarhølið rættiliga fer at koma til sín rætt, samstundis sum hølini eisini eru vorðin nógv ljósari.

Saroya Dalsgarð, sum gjørdist stjóri í Berg Motors í juni mánaði í fjør, men sum hevur arbeitt í fyritøkuni í eini 20 ár, sigur, at hølini á fyrstu hædd nú verða nógv betri og greiðari skipað.

Hon vísir á, at nýggju framsýningarhølini hava fingið nýtt gólv, nýtt innbúgv, og nýtt el er lagt í einum parti av hølunum. Her eru spottarar settir upp, sum koma at lýsa á bilarnar, og her er alt málað av nýggjum.

- Nú verður tað lættari og meira innbjóðandi hjá viðskiftafólki, sum koma inn á gólvið hjá okkum, og vit fara eisini at gera ein sonevndan kundakrók undir trappuni, sum gongur upp á aðru hædd.

Stjórin vísir á, at tá framsýningarhølini, sum nú verða sett í stand, eru liðug, er ætlanin eisini at fara longur oman í bygningin, har gamla kaffistovan og eitt minni framsýningarhøli eru.

- Nú vit hava fingið stóra og nýggja kaffistovu uppi á, verður gamla kaffistovan á fyrstu hædd tikin burtur og saman við framsýningarhølunum, sum eru her frammanundan, verður hetta nýggju framsýningarhølini hjá okkum til Subaru-bilarnar, sum vit umboða.

Men, tað er ikki bara á fyrstu hædd, at arbeitt verður við dagføringum hjá Berg Motors.

- Á aðru hædd, har vit hava okkara fyrisiting við fýra fólkum, er alt gjørt av nýggjum, og her hava vit fingið nógv betri umstøður, sigur Saroya Dalsgarð, sum vísir á, at uppi á er nýtt og stórt fundarhøli, og her er eisini stór og hugnalig kaffistova til øll starvsfólkini.

- Her er alt gjørt av nýggjum, og bæði gólv, loft og innbúgv eru nýggj, leggur hon aftrat.

Hjá Berg Motors starvast út við 30 fólk í føstum starvi, og haraftrat eru onnur knýtt at fyritøkuni. - Eg vil meta, at eini 45 fólk tilsamans eru knýtt at Berg Motors, harav fleiri hava verið í starvi í fyritøkuni í mong ár, sigur stjórin, Saroya Dalsgarð.

##med2##

 

 

Vindeyguni í nýggju framsýningarhølunum eru skift út við vindeygu, sum nú røkka niður móti gólvinum.

Saroya Dalsgarð er stjóri í Berg Motors.