Betri lønarhagtøl fyri føroyska arbeiðsmarknaðin

Nú verur arbeitt við at fáa til vega betri lønarhagtøl í Føroyum. Hagstova Føroya fer í næstum undir at savna inn lønarhagtøl, og eftir ætlan verða hagtølini almenn seint næsta ár

Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovu Føroya, legði fram um lønarhagtøl á kunningartiltaki

Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovu Føroya, legði fram um lønarhagtøl á kunningartiltaki

Um stutta tíð fer Hagstova Føroya at senda arbeiðsgevarum, sum hava eina lønarskipan, boð um at lata inn neyðugu upplýsingarnar. Hetta er neyðugt fyri at fáa fullfíggjað hagtøl.

– Betri lønarhagtøl eru eisini umráðandi fyri at síggja menningina í samfelagnum, og lýsa gongdina í vinnuni og hvørjari vinnugrein sær. Hetta verður eisini eitt týðandi amboð hjá okkum í Arbeiðsgevarafelagnum og fakfeløgum í sáttmálasamráðingum. Stórur partur av samráðingunum snýr seg um løn, og almenn hagtøl er nakað, sum partarnir hava eftirlýst í longri tíð, sigur Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Í 20 ár hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag víst á tørvin at hava greiðari hagtøl fyri lønarviðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Orsøkirnar eru fleiri, eitt nú hvat  veruliga lønarlagið í Føroyum er, hvussu nógvir tímar arbeiða føroyskir løntakarar og hvussu nógv kostar ein arbeiðstími.

Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovu Føroya, legði fram um lønarhagtøl á kunningartiltaki