Bíbliufelagið gevur út bíbliulesiætlan

Nýggj bíbliulesiætlan fyri 2019/20 er nú komin. Hon er at fáa runt alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin í ár byrjar í dag, 1. sunnudag í advent, sum í ár er 1. desember

Lesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum, og sunnudagar fylgja tekstarøðini í Fólkakirkjuni. Endamálið er at geva Føroya fólki eitt amboð til skipaðan lestur í Bíbliuni.

Í nógv ár hevur Bíbliufelagið givið út eina bíbliulesiætlan. Við at fylgja lesiætlanini, ber til at lesa alla Bíbliuna eftir nøkrum árum.

Tað stendur øllum frítt at lesa Bíbliuna sum teimum lystir. Tey flestu lesa helst einsamøll, meðan onnur lesa saman. Summi lesa frá byrjan til enda, og onnur í brotum. Í øllum førum er bíbliulestur ein kelda til lív, íblástur og uggan í tungum sum góðum døgum, skrivar Bíbliufelagið í tíðindaskrivi.