Bíða nú eftir landsrættinum

Landsrætturin skal nú taka støðu til, um teir tríggir ákærdu í stóra rúsevnamálinum í Føroya Rætti, framhaldandi skulu sita varðhaldsfongslaðir

Í gjár var rættarfundur í Føroya Rætti, sum skuldi taka støðu til, um teir tríggir menninir, sum eru ákærdir í stóra rúsevnamálinum, sum koyrir sum nevningating í løtuni, framhaldandi skulu sita varðhaldsfongslaðir.

Nevningatingið bleiv fyrr í vikuni útsett til í februar orsaka av sjúku, og tí var spurningurin, um teir tríggir menninir, tveir danir og ein føroyingur, skuldu sita varðhaldsfongslaðir líka til í februar. Í dag er júst eitt ár síðani, at teir tríggir menninir blivu handtiknir, og teir hava sitið varðhaldsfongslaðir síðani.

Annar danin hevur játtað seg sekan í øllum ákærum, og tí var lítil ivi um, at varðhaldsfongslingin hjá honum bleiv longd, meðan tað var meiri ivasamt við hinum báðum.

Tað gjørdist eisini drúgt í rættinum í gjár, tí rættarfundurin byrjaði klokkan hálvgum níggju í gjáramorgunin, og avgerðin fall ikki fyrr enn um nátturðatíð.

Og dómarin kom til ta niðurstøðu, at danin, sum hevur játtað seg sekan, skal framhaldandi vera varðhaldsfongslaður, meðan hinir báðir ákærdu skuldu leyslatast. Ákæruvaldið valdi tó at kæra hesa avgerð til landsrættin, og tað merkir í praksis, at teir allir tríggir framhaldandi eru varðhaldsfongslaðir, til landsrætturin tekur støðu til kæruna, og tað verður væntandi mánadagin.