Biden og Warren á odda

Undirtøkan hjá Elizabeth Warren veksur

Joe Biden og Elizabeth Warren. Mynd: Ritzau Scanpix

Joe Biden og Elizabeth Warren. Mynd: Ritzau Scanpix

Joe Biden og Elizabeth Warren eru í løtuni favorittar til at gerast næsta forsetavalevnið hjá Demokratiska flokkinum, og harvið fáa møguleikan at bjóða Donald Trump av í amerikanska forsetavalinum um eitt gott ár.

Seinasta veljarakanningin hjá NBC News og Wall Steet Journal vísir, at Joe Biden, fyrrverandi varaforseti, heldur fast um leiðsluna, meðan Elizabeth Warren, senatorur úr statinum Massachusetts, er hansara nærmasti kappingarneyti.

Joe Biden fær 31 prosent av atkvøðunum í nýggju kanningini, meðan Elizabeth Warren fær 25 prosent. Bernie Sanders, ið var nærmasti avbjóðari hjá Hillary Clinton fyri fýra árum síðan, fær 14 prosent av atkvøðunum í kanningini.

Kamala Harris, ið fyri nøkrum mánaðum síðan hevði undanvind í veljarakanningunum, er nú dottin niður á fimta pláss við átta prosent av atkvøðunum, meðan Pete Buttigieg, borgarstjóri í býnum South Bend í amerikanska statinum Indiana, er á fjórða plássi í veljarakanningini við sjey prosentum.

Av restini av valevnunum eru tað einans trý, ið fáa meira enn eitt prosent í veljarakanningini. Tað eru Andrew Yang, fýra prosent, Amy Klobuchar, tvey prosent, og Cory Booker, tvey prosent.

Joe Biden og Elizabeth Warren. Mynd: Ritzau Scanpix