Biden velur Obama-vararáðharra til uttanríkisráðharra

Liðið hjá Joe Biden váttar tilnevning av Blinken. John Kerry verður serligur klimaumboðsmaður

Fyrrverandi varauttanríkisráðharrin Antony J. Blinken er tilnevndur starvið sum uttanríkisráðharri undir komandi forsetanum, Joe Biden. - Mynd: Stephane De Sakutin/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi varauttanríkisráðharrin Antony J. Blinken er tilnevndur starvið sum uttanríkisráðharri undir komandi forsetanum, Joe Biden. - Mynd: Stephane De Sakutin/Ritzau Scanpix

Komandi forsetin í USA, Joe Biden, hevur sett nøvn á teir ráðharrar og toppráðgevarar, hann ætlar sær at hava hjá sær á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum.

Biden tilnevnir Antony Blinken sum uttanríkisráðharra. Tað váttar lið hansara í eini fráboðan í dag.

Blinken, sum er løgfrøðingur, hevur í fleiri ár verið tætt knýttur Joe Biden.

Hann var í eitt tíðarskeið varauttanríkisráðharri undir fyrrverandi forsetanum Barack Obama. Fyri ta tíð var hann trygdarráðgevi hjá Biden, tá Biden var varaforseti.

Ein annar sum aftur verður at síggja í Hvítu Húsunum er John Kerry, sum verður útnevndur sum serligur »klima-zarur« hjá Biden, stendur í fráboðanini.

Kerry fær eisini sess í tjóðskaparliga trygdarráðnum, skrivar tíðindastovan dpa.

Biden fer eisini at tilnevna tann 60 ára gamla cubansk-amerikanska juristin Alejandro Mayorkas sum ráðharra fyri innlendis trygd. Mayorkas hevur eisini eina fortíð í Obama-stjórnini, har hann var vararáðharri á hesum sam øki.

Sum tað hevur ljóðað í fleiri miðlum, ynskir Biden at hava Jake Sullivan sum tjóðarskaparligan trygdarráðgeva.

Linda Thomas-Greenfield er útnevnd til starvið sum ST-ambassadørur.

Fyri rystu ferð er eisini møguleiki fyri, at ein kvinna fær starvið sum stjóri fyri fregnartænastuna hjá USA.

Biden hevur tilnevnt Avril Haines til starvið. Hon var ein av nærmastu trygdarráðgevunum hjá Obama og tann fyrsta kvinnan, sum var varastjóri í fregnartænastuna CIA.

Joe Biden hevur frammanundan sagt, at hann skal hava eitt ráðharralið, sum endurspeglar ymiskleikan í samfelagnum.

Enn er Biden ikki formliga skírdur vinnari av forsetavalinum. Men hóast mótstøðu frá sitandi forsetanum Donald Trump, veðrur rokna við, at tað verður gjørt, tá valmenninir atkvøða tann 14. desember.

Øll toppstørvini í stjórnini skulu váttast við atkvøðugreiðslu í Senatinum.

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

Fyrrverandi varauttanríkisráðharrin Antony J. Blinken er tilnevndur starvið sum uttanríkisráðharri undir komandi forsetanum, Joe Biden. - Mynd: Stephane De Sakutin/Ritzau Scanpix