Við fríggjadagsbønina í dag kallaði ayatollah Ali Khamenei amerikanska forsetan, Donald Trump, fyri eina "klovn".

Biðir iranska leiðaran ansa sær

- Hin stórlátni leiðarin í Iran, sum ikki hevur verið so stórlátin í seinastuni, skal vanda sær um orðini, sigur Donald Trump.

Við fríggjadagsbønina í dag kallaði ayatollah Ali Khamenei amerikanska forsetan, Donald Trump, fyri eina "klovn".

 

Undir fríggjadagsbønini í iranska høvuðsstaðnum Teheran í dag, kallaði ovasti iranski leiðarin, ayatollah Ali Khamenei, amerikanska forsetan, Donald Trump fyri eina "klovn".

Hetta er ikki fallið í góða jørð hjá amerikanska forsetanum, sum á Twitter í dag hevur ávarað iranska leiðaran og biðið hann ansað eftir, hvat hann sigur.

- Hin sokallaði stórlátni leiðarin í Iran, sum ikki hevur verið so stórlátin í seinastuni, hevði ljótt at siga um USA og Evropa.

Donald Trump vísir á Twitter á, at tað fíggjarliga gongur niður á bakka í Iran, og fólkið er fyri líðingum. Tí eigur ayatollah Ali Khamenei at vera sera ansin um orðini.

##med2##

 

 

 

Við fríggjadagsbønina í dag kallaði ayatollah Ali Khamenei amerikanska forsetan, Donald Trump, fyri eina "klovn".

Donald Trump á Twitter í dag.