Bíðitíðin er ein tann størsta forðingin hjá sjúklingum

Sirið Stenberg skal nú greiða frá, hvussu langar bíðitíðirnar í sjúkrahúsverkinum eru til ymsar viðgerðir

Ein tann størsta forðingin hjá sjúklingum, er bíðitíðin til at sleppa í viðgerð.

Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður, og nú vil hann hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, at útgreina, hvussu langar bíðitíðirnar eru til ymsar viðgerðir.

Í hesum sambandi vil hann hava at vita, hvussu langar bíðitíðirnar til at sleppa til viðtalu, og at fáa viðgerð hjá serlækna í ortopedi, serkækna í gikt, serlækna í psykiatri, serlækna í maga og tarm sjúkum, serlækna í urologi, serlækna í kvinnusjúkum, serlækna í neurologi og hjá eygnalækna.

Her hugsar hann um tíðina frá tí at sjúklingurin verður ávístur frá kommunulækna, til hann sleppur á sjúkrahús, ella til serlækna, og til hann so sleppur í viðgerð.

– Fremsta málið í heilsverkinum, er, so skjótt yvirhøvur til ber, at lyfta ta byrðuna av sjúklingum, sum tað er at hava eina sjúku, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur, at ein tann størsta forðingin fyri at røkka hesum máli, er bíðitíðin. Bíðitíðir eru í flestu londum tí at heilsuverkini fáa ov lítið av pengum, ella hava ov fá starvsfólk. Í báðum førum er tað ein spurningur um politiskar raðfestingar, leggur hann afturat.

– Sjúklingurin, og tey sum eru rundan um hann, líða undir hesum, og samfelagsliga er talan um eina raðfesting, sum ikki gagnar búskapinum í longdini.

– Her hugsi eg um arbeiðsmiss, sjúkudagpengar, sosialar veitingar, familjutrupulleikar, sum sjúkratíðin lætt ber við sær, og at sjúkur, ið kundu verið grøddar við skjótari hjálp, kunnu verða varandi, sigur Jenis av Rana.