Bíðitíðirnar fyri parkinsonsviðgerð munandi styttar

Bíðitíðin at sleppa til útgreining hjá serlækna í neurologi er stytt úr 10 niður í 3 mánaðir hetta síðsta árið.

Tað sigur Landssjúkrahúsið, sum eisini vísir á, at konsulentskipanin, har serlæknar í neurologi koma á Landssjúkrahúsið, er styrkt seinastu tíðina. Áður vóru læknar í neurologi á Landssjúkrahúsinum 16 vikur um árið, men nú eru teir tøkir 32 vikur um árið.

– Hetta hevur havt við sær, at medisinski depilin innan fyri eitt ár hevur stytt um bíðitíðirnar úr 10 mánaðum niður í 3 mánaðir, sigur Landssjúkrahúsið.


– Skipanin tryggjar somuleiðis, at allir føroyskir parkinsonsjúklingar verða viðgjørdir av neurologi við parkinsonsjúku sum serøki. Tænastan til neurologiskar sjúklingar er nógv batnað seinasta árið og stendur sum heild ikki aftanfyri tænasturnar, sum sjúklingar í Danmark fáa.

Neurologiska viðgerðin er ein av mongu heimtøkunum, ið Landssjúkrahúsið áhaldandi arbeiðir við. Tað, at kunna bjóða føroyskum sjúklingum viðgerð í Føroyum, hevur alt at siga fyri sjúklingin, tey avvarðandi og okkum sjálvi sum sjúkrahúsverk.

- Tað er sera umráðandi fyri sjúklingin og avvarðandi at halda fast í og menna serøkið í Føroyum, og í dag megna vit at geva viðgerð á sera høgum støði. Tað er avgerandi fyri heilsuverkið, at vit ogna okkum vitan og varðveita hana lokalt, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Tá talan er um serliga kompliseraðar neurologiskar sjúklingar hevur Landssjúkrahúsið eitt væl virkandi samstarv við neurologiskar deildir í Danmark.