Bilasølan er minkað 10 prosent

Men fleiri bilar vóru seldir í oktober í ár í mun til oktober í fjør

 

At bilasølan hevur liðið undir koronukreppuni eru feskastu hagtølini frá Akstovuni týðilig prótgv fyri. Bilasølan er minka við 10,34 prosentum ársins fyrstu 10 mánaðir.

Higartil í ár eru seldir 2.445 nýggj akfør í mun til 2.727 sama tíðarskeið í fjør.

##med2##

Tað merkir, at 282 færri akfør eru seld. 

Men hyggja vit so bara upp á oktober mánað í ár í mun til oktober í fjør, so er støðan ikki so galin. Tí í oktober í ár eru seldier 250 nýggj akfør í mun til 233 í oktober mánað í fjør. So er er talan um ein vøkstur upp a' 17 akfør.

Taka vit bara persónbilarnarn burturúr, so eru selldir 154 persónbilar í oktober í ár í mun til 149 í oktober í fjør. Tað merkir, at fimm fleiri persónbilar eru seldir í oktober í ár, ein framgongd, sum bilaseljarar helst kunnu fegnast um, tí tað kann merkja, at gongdin er um at venda.