Bilasølan hækkað 10 prosent higartil í ár

Fyrstu átta mánaðirnar í ár eru seldir 2.262 nýggir bilar. Tað eru 202 fleiri enn somu tíð í fjør.

Av teimum bilunum eru teir flestu persónblar. Teir eru 1.654 í tali í mun til 1.545 somu tíð í fjør.

Næststørsti bólkurin av bilum eru vøruvognarnir. Seldir eru 286 vøruvognar higartil í ár í mun til 252 somu tíð í fjør.

##med2##

Tilsamans eru nú 38.646 akfør skrásett í Føroyum. Eftirsum at valdagur er í dag, so kunnu vit gera ta samanbering, at tað eru fleiri akfør skrásett í Føroyum enn veljarar. Tí valrætt í dag hava 37.819 fólk.