- Eitt, sum sermerkir savnið við gomlu bilunum, er, at her er eitt nú ein Porsche 911 GTR frá 2003, sum er bygdur í bara trimum eintøkum.

Bilasølumaður gjørdi kvettið

Ein bilasølumaður keypti fyrr í ár eitt savn við gomlum bilum, sum hann ongantíð hevði sæð. Men, tað skuldi vísa seg, at her vóru fleiri spennandi og vælhildnir bilar.

- Eitt, sum sermerkir savnið við gomlu bilunum, er, at her er eitt nú ein Porsche 911 GTR frá 2003, sum er bygdur í bara trimum eintøkum.

 

Stjórin í Falke Biler í Kolding, Kenneth Falke Theil, keypti fyrr í ár tvær hallir við gomlum bilum - uttan, at hava sæð bilarnar í hallunum. Tá til stykkis kom, vísti tað seg, at hallirnar vóru fyltar við gomlum og vælhildnum dreymabilum.

Nýggi eigarin av hallunum og gomlu bilunum gjørdist ovfarin, tá hann sá, hvørjir bilar talan var um, tí millum hesar var eitt nú ein serstakur Porsche-bilur, umframt fleiri aðrir spennandi og forvitnisligir bilar.

Kenneth Falke Theil tók kjansin og keypti bæði hallir og bilar, sum ein amerikanskur miljóningur hevði latið eftir sær í Danmark og nú vildi selja. Talan var um tilsamans 59 bilar, sum soleiðis skiftu eigara.

Síðan keypið eru bilarnir vorðnir pussaðir upp og gjørdir klárir til at verða seldir á einari uppboðssølu, og sunnudagin hin 6. oktober verða so teir fyrstu 41 bilarnir seldir. Tað verður Campen Auktioner sum selir.

- Eitt, sum sermerkir savnið við gomlu bilunum er, at her er eitt nú ein Porsche 911 GTR frá 2003, sum er bygdur í bara trimum eintøkum, og í dag finnast helst bara tveir av hesum bilum í heiminum yvirhøvur, veit heimasíðan - www.jv.dk - at siga.

 

 

- Eitt, sum sermerkir savnið við gomlu bilunum, er, at her er eitt nú ein Porsche 911 GTR frá 2003, sum er bygdur í bara trimum eintøkum.