Bilførarar tiknir á bóli av gleri - og av vindi

Tað er ikki bara hálka, sum krevur varsemi í morgun

Tað er rættiliga gott veður í morgun, og tað hava ikki verið líkindi til hálku, ella nakað, sum kundi órógva ferðsluna.

Tí hava bilførarar verið tiknir á bóli, sum hava koyrt eftir Oyggjarvegnum, tí har er sum á kalvabaki summa staðni ímillum Hundsaraotn og Hotel Føroyar. Og tískil heitir Landsverk á bilførarar um at koyra varliga.

Men tað, sum kanska er meiri óvæntað, er, at á Tjørnuvíkarvegnum er eisini rættiliga nógvur vindur, tí vindmárarin hjá Landsverki vísir, at har eru heilt upp í 30 metrar um sekundið í hvirlunum, so eisini har heitir Landsverk á bilførarar um at vísa varsemi.