Bilførari fær 1.000 krónur í bót fyri líkasælu

Bilurin hjá honum varð stolin, men hann varð afturfunnin í øllum góðum

Ein bilførari fær nú 1.000 krónur í bót fyri ikki líkasælu, tá ið hann setti bilin frá sær í miðbýnum í Havn í gjárkvøldið.

Tá ið hann skuldi aftur í bilin, var hann stolin. Hann meldaði stuldurin og løgreglan sigur, at tey leitaðu eftir honum, men funnu hann ikki.

Bilurin varð kortini funnin, har hann stóð parkeraður aðrastaðni í Havnini, nakað frá haðani hann varð stolin, men tað varð einki hent við bilinum.

Hinvegin vísti tað seg, at bilførarin hevði latið lyklarnar liggja í bilinum og tískil bar tað til at stjala hann.

Og tað er ólógligt at fara frá bilinum uttan at tryggja hann ímóti stuldri og tískil fær bilførarin nú 1.000 krónur í bót fyri tað.

Eitt, sum kemur undir heitið at tryggja bilin, er at taka lyklarnar við sær.