Bilførari misti koyrikortið á staðnum

Seinnapartin í gjár gjørdi løgreglan kanningar Við Áir. Ein bilførari misti koyrikortið á staðnum

Løgreglan gjørdi ferðamátingar umframt at kanna, hvørjum standi bilarnir vóru í. Í tveimum førum vóru lyktirnar á bilunum ikki í lagi, og frágreiðing varð skrivað um tað.

Nakrir av bilunum, ið koyrdu á vegastrekkinum í gjár, høvdu sera nógva ferð, og ein varð tikin fyri at koyra 107 km/t. Bilførarin fær klipp í koyrikortið.

Verri gekk hjá einum øðrum bilførara. Hann varð mátaður at koyra 112 km/t, og hann fær eina treytaða frádøming, og hann misti koyrikortið á staðnum. Viðkomandi mátti sostatt fáa onkran annan at koyra seg víðari, upplýsti vakthavandi á løgreglustøðini. 

Markið fyri at missa koyrikortið á staðnum er annars um ein 131 km/t  ella meira.
Millum bygdir fær ein annars treytađan dóm viđ 111-130 km/t. Um viðkomandi hevur  hevur mist koyrikortiđ á stađnum, so hevur hann ein treytađan dóm í forvegin.