Bílig grundstykki og ókeypis barnaansing

Í Hvannasundi kunnu fólk keypa sær grundstykki, sum ikki kosta tað hvíta úr eygunum.

 

 

Tað er ikki sørt, at vit seinastu árini hava sæð, at kommunur kappast um at fáa fólk at seta búgv. Kommunur hava víst á, at grundstykki eru tøk, at nýggjar útstykkingar eru á veg - ella, at ætlanir eru frammi um íbúðarbygging.

Eyðvitað hevur áhugin verið størstur í teimum økjum, sum liggja tætt upp at høvuðsstaðarøkinum og ikki minst, síðan Eysturoyartunnilin byrjaði at nærkast og læt upp í desember í fjør, hevur stórur eftirspurningur verið eftir grundstykkjum og sethúsum við Skálafjørðin.

Men, tað eru so sanniliga eisini aðrar kommunur, sum kanska ikki liggja so sentralt í Føroyum, sum Skálafjørðurin og meginparturin av Eysturoy nú gera, ið bjóða seg fram við alment at vísa á, at møguleikar eru at seta føtur undir egið borð í kommununi.

Í dag boðar Hvannasunds kommuna frá, at tey í løtuni hava tvey grundstykki til sølu í Hvannasundi, nevniliga matr. nr. 93h og matr. nr. 93i. Kommunan vísir á, at bæði grundstykkini liggja við blindan veg og í náttúruvøkrum umhvørvi.

##med2##

Og tey, sum vilja seta føtur undir egið borð í Hvannasundi, skulu ikki av við tað hvíta úr eygunum - í øllum førum ikki við at ogna sær annað av hesum grundstykkjum. Prísurin fyri nevndu grundstykki, sum eru ávikavist 654 og 617 fermetrar stór, er 45.126 og 42.573 krónur.

Í Hvannasunds kommunu verður víst á, at her er vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli, og í kommununi er ókeypis barnaansing. Skúli er á Fossánesi, og her ganga børn frá 1. til og við 7. flokk.

Í dag varð eisini kunngjørt, hvørji tilboð eru komin til at byggja tunlarnar Norður um Fjall, sum - tá teir eru lidnir - fara at gera farleiðina millum økið norðan fyri og Klaksvíkina nógv høgligari enn í dag.