Vinjard Johansen, Høgni Eysturoy og Jákup á Borg framman fyri nýggja bygningin í Stiðjagøtu.

Bilrøkt 15 ár og nógv góð tilboð

- Tað er bara at koma til okkum við bilinum - líkamikið, um hann er skitin, hevur ymisk brek, treingir til rustviðgerð, hevur slitin dekk ella tørvar sporing, sigur Jákup á Borg, stjóri.

 

Fríggjadagin hin 11. september verður stórt hátiðarhald hjá Bilrøkt í Stiðjagøtu í samband við, at fyritøkan fyllir 15 ár. Bilrøkt varð stovnað av Jákupi á Borg í 2005. Umframt Jákup, eru tað Heini á Borg, Høgni Eysturoy og Vinjard Johansen, sum eiga fyritøkuna.

Virksemið hjá Bilrøkt byrjaði í Varðagøtu í Havn og flutti seinni yvir í Pedda við Steingøtu, áðrenn endaliga varð flutt í egnar bygningar í Stiðjagøtu, har fyritøkan heldur til í dag.

Røkt og viðlíkahald er eitt av stóru arbeiðsøkjunum hjá Bilrøkt. Talan er bæði um mekaniska røkt av bilum, og tað at teir verða reinsaðir, vaskaðir, bæði innan og uttan. Bilrøkt hevur ein væl útgjørdan mekaniskan bilaverkstað við allari útgerð sum eitt nú motortestara, 4-hjólsútmáting og øll seramboð til mekaniskt arbeiði.

-Tað er bara at koma til okkum við bilinum - líkamikið um hann er skitin, hevur ymisk brek, treingir til rustviðgerð, hevur slitin dekk ella tørvar sporing. Eisini ber til at leiga ein bil, meðan bilurin er á verkstað. Vit hava dugnalig starvsfólk, sum eru serfrøðingar á sínum øki, og tí kunnu vit átaka okkum allar hesar uppgávur, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt.

##med2##

Við ársbyrjan 2020 læt Bilrøkt upp sum bilasøla við nýggjum bilum og umboðar nú Kia og MG í Føroyum.

Í samband við, at Bilrøkt fyllir 15 ár, verður stórt hátíðarhald fríggjadagin hin 11. september frá klokkan 15-19 við køkum, pylsum og øðrum leskiligum eins og nógvum góðum tilboðum upp á nýggjar Kia og MG bilar.

- Eisini verður ókeypis dekk-, lykta og rustkanning. Øll, sum bíleggja fríggjadagin 11. september, fáa 30 prosent í avsláttri av rustviðgerð og reingerð, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt.

##med3##

##med4##

 

 

Vinjard Johansen, Høgni Eysturoy og Jákup á Borg framman fyri nýggja bygningin í Stiðjagøtu.

Gomul mynd av Bilrøkt við Pedda við Steingøtu í Havn.