Bilrøkt selur nú Kia bilar í Føroyum

Í dag var stórt hátíðarhald í Stiðjagøtu í Havn, har Bilrøkt hevur bygt nýggjan, stásiligan framsýningarbygning.

Nýggja stásiliga framsýningarhøllini hjá Bilrøkt, sum hýsir Kia-bilunum (Myndir: Álvur Haraldsen)

Nýggja stásiliga framsýningarhøllini hjá Bilrøkt, sum hýsir Kia-bilunum (Myndir: Álvur Haraldsen)

Høvið er, at Bilrøkt nú hevur tikið yvir umboðið fyri koreansku Kiabilarnar í Føroyum.
Bilrøkt hevur hildið til í Stiðjagøtu seinastu 10-12 árini, tá felagið keypti ein virkisbygning, sum síðani er út- og umbygdur fleiri ferðir, so hvørt virksemið felagsin er víðkað og vaksið.
##med2##

Upprunaliga fekst Bilrøkt við at reinasa og polera bilar. Brúktbilasølan hevur verið stórur partur, eins og rustviðgerð og dekksøla.
Bilrøkt hevur ment seg til eitt framkomið verkstað, bæði plátuverkstað og mekaniskt verkast, og sum tað nýggjasta hevur felagið nú fingið umboðið fyri Kia í Føroyum, sum Berg Motors hevur havt síðani tey tóku yvir bilasøluna DB Bilar.

##med3##
Við hátíðarhaldið í dag var boðið nógv got til matna og at sløkkja tostan, har vóru røður og framførslu, og fólk fingu høvi at kanna perur, veskur og rustviðgerð ókeypis.

##med4##

Bilrøkt hevur fingið eini 30-40 bilar heima á goymslu, og sum skiltist vóru teir fyrstu 10 bilarnir longu seldir.

##ms##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

 

Nýggja stásiliga framsýningarhøllini hjá Bilrøkt, sum hýsir Kia-bilunum (Myndir: Álvur Haraldsen)

Feðgarnir báðir Heini og Jákup á Borg

Guðrun á Borg

Kia-sølumaðurin hjá Bilrøkt, Vinjard Johansen

Ein fegin stjóri, Jákup á Borg