Bilrøkt selur nú MG elbilar

Bilrøkt umboðar nú eitt nýtt bilmerki umframt Kia. Talan er um bilmerkið MG, sum hevur ein nýggjan elbil í síni vøruskrá. Talan er um MG ZS EV sum fæst í útgávunum Comfort og Luxury.

MG ZS EV er ein kompaktur eldrivin 5-persóna SUV við 140 hk, hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 8,2 sek, koyrir 263 km upp á eina løðing og kann løðast upp til 80% upp á einans 40 minuttir.

Bilurin er sera rúmligur við 448 litra viðførisrúmi, hevur 5-stjørnaðan trygdarpakka. 5 ár ella 150.000 km garanti eins og háspenningsbattaríið hevur 8 ára garanti ella 150.000 km.

MG ZS EV er sera væl útgjørdur, Luxury útgávan hevur leðurkabinu, el-stilling av forsetrunum, sóltak o.m.a.

##med2##

MG er upprunaliga eitt gamalt enskt bilmerki. Navnið MG stendur fyri Morris Garage, og vóru MG í mong ár smáir sportbilar og sportútgávur av teimum vælkendu Morris og Austin bilunum hjá BMC (British Motor Corporation).

Tað var í 2005 at kinesarar keyptu bilmerkini MG og Rover og fluttu framleiðsluna til Kina. Í dag er tað SAIC (Shanghai Automotive Industry Corporation), sum eigur MG. SAIC er størsti bilframleiðari í Kina.

##med3##

Øll eru vælkomin at síggja og royna bilarnar, sum kosta úr kr.  219.900 við afturbering av mvg, sigur Vinjard Johansen, sølustjóri hjá Bilrøkt.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

 

 

 

Vinjard Johansen, Høgni Eysturoy og Jákup á Borg frá Bilrøkt