Bilur farin út av vegnum um vikuskiftið

Tórshavnar sløkkilið var í morgun og tók ein bil upp, sum var farin út av vegnum við Landsfjósið norðan fyri Kollafjørð.

Bilurin er farin út av vegnum eina ferð um vikuskiftið, men tað er ikki greitt júst nær.

Eftir øllum at døma er bilurin komin koyrandi suðureftir, tá hann er farin útav vegnum nakrar hundrað metrar sunnan fyri Landsfjósið.

 

 ##med2##