Myndir: Sydvestjysk Brandvæsen.

Bilur fór upp í royk í vaskihøll

- Tað var ongantíð vandi fyri, at eldurin breiddi seg til sjálva bensin-og oljuskipanina, sigur vaktleiðarin hjá donsku løgregluni.

Myndir: Sydvestjysk Brandvæsen.

 

Seint fríggjadagin kom eldur í persónbil, sum eigarin hevði sett í eina vaskihøll á Shell Korskro, nær við floghavnina í Esbjerg, og eisini høllin fekk stóran skaða í eldinum.

Løgreglan sigur, at fráboðanin kom klokkan 16.23. - Bilurin er fullkomiliga oyðilagdur, og vaskihøllin hevur tað heldur ikki gott, sigur vaktleiðarin, Erik Lindholdt.

Eldurin kyknaði í bilinum, helst í motorrúminum, og hóast eldurin stóð út úr høllini, var sambært vaktleiðaranum ongantíð vandi fyri, at hann breiddi seg til sjálva bensin-og oljuskipanina.

- Sløkkiliðið hevði tamarhald á støðuni, men tað tók teimum tveir tímar at sløkkja, sigur vaktleiðarin, Erik Lindholdt, við www.jv.dk.

##med2##

Myndir: Sydvestjysk Brandvæsen.