Bilur rendi í buss

Og viðhaldsfólkini hjá Luzern hugnaðu sær í býnum í nátt

Eitt lítið ferðsluóhapp var í høvuðsstaðnum í gjár, tá ein bilur, ið kom koyrandi eftir Ringvegnum, rendi inn í ein buss. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.

Tað var um fimm tíðina í gjár, at óhappið hendi. Ein bussførari koyrdi eftir Ringvegnum, tá ein hundur brádliga leyp út fyri bussin. Tað eydnaðist bussføraranum at bremsa áðrenn hann rakti hundin, men ein bilur aftanfyri varnaðist ikki hvat var á vási.

- Hann royndi at snara undan bussinum, men tað eydnaðist ikki og koyrdi hann tískil inn í bussin. Talan var tó einans um materiellan skaða, upplýsir vakthavandi.

Upplýst verður, at bilførarin fær eitt klipp í koyrikortið fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna til bussin.

Um níggju tíðina í gjár tók løgreglan eisini ein ungan mann á einum skootara, ið ikki hevði koyrikort til akfarið. Tískil fær hann eina bót frá løgregluni fyri at koyra uttan koyrikort.

Annars hevur rættiliga nógv lív verið í høvuðsstaðnum í nátt, aftaná at KÍ í gjár spældi Europa League móti sveisiska liðnum Luzern. Løgreglan fekk nakrar kærur um, at tað larmaðu illa og vóru viðhaldsfólkini eisini ónøgd við, at skeinkistøðini stongdu á midnátt, men vakthavandi sigur at alt spældi væl av.

Flestu av teimum útlendsku viðhaldsfólkunum fóru av landinum við Norrøna klokkan fýra í nátt.