Bilur stolini í Havn í gjár

Hesin bilurin á myndini hvarv í gjár millum klokkan 17 og 19 í Havn.

Eigurin hevur eftirlýst bilin og vil sum vera man fegin hoyra frá fólki, sum vita um bilin at siga.

Talan er um ein Jeep Grand Cheroker og nummarplátan er TK 941.

Eigarin, sum hevur boðað løgregluni frá, biður fólk siga frá á telefon 501101 ella 501106 um fólk hava sæð bilin.