Teldusníkar órógva in.fo

Nú var túrurin komin til in.fo. Skipanin handan síðuna verður í órógvað av teldusníkum

 

Í løtuni tekur tað eina løtu, áðrenn tú sleppur inn á in.fo. Meðan bíðað verður, er hetta skíggjamyndin, sum kemur fram

Í løtuni tekur tað eina løtu, áðrenn tú sleppur inn á in.fo. Meðan bíðað verður, er hetta skíggjamyndin, sum kemur fram

- Tað var ikki annað væntandi, nú vit hava sæð, at eitt nú Portalurin og Vágaportalurin hava verið offur fyri ágandadi teldusníkum, sum í løtum hava lagt skipanir teirra lamnar.

 

Soleiðis sigur Jonhard Hammer, nú in.fo er fyri álopi av teldusníkum.

 

- Vit hava roynt at fyrireika okkum, men hetta skapar kortini nakað av órógvi. Eitt nú riggar app’in ikki í løtuni, men vit arbeiða við fullari ferð í royndunum at steðga álopinum, sigur Jonhard Hammer.