Bind og tampongir ókeypis í Skotlandi

Skotland verður nú fyrsta land í heiminum, sum fer at veita kvinnum ókeypis bind og tampongir.

- Menstruatión steðgar ikki av farsóttum, sigur heilsutalskvinnan, Monica Lennon.

- Menstruatión steðgar ikki av farsóttum, sigur heilsutalskvinnan, Monica Lennon.

 

Sky News veit at siga, at skotska tjóðartingið einmælt hevur samtykt eitt lógaruppskot, sum lóggevur um rætt og atgongd til bind og tampongir. 

Tað er heilsutalskvinnan fyri skotska partin av Labour, Monica Lennon, sum hevur reist uppskotið í skotska tjóðartinginum, her tað hevur fingið fulla undirtøku.

Sambært Sky News verður Skotland fyrsta land í heiminum, sum við hesum fer at veita kvinnum ókeypis menstruatiónsvørur sum bind og tampongir.

- Menstruatión steðgar ikki av farsóttum. Arbeiðið at bøta um atgongdina til neyðugar menstruatiónsvørur hevur ongantíð verið týdningarmiklari, sigur Monica Lennon.

##med2##

 

 

- Menstruatión steðgar ikki av farsóttum, sigur heilsutalskvinnan, Monica Lennon.

Nú skal ein landsdekkandi skipan setast í verk, so ókeypis vørurnar gerast atkomiligar.