Birgar Johannessen farin

Hósdagin 19. november andaðist Birgar Johannessen í Havn, 74 ára gamal.

 

 

Birgar var havnarmaður við stórum H. Navnið Birgar verður ofta sett í samband við tónleikasendingar í útvarpinum og stórar framsýningar við gomlum myndum. Hann samlaði t.d. upp á modellbilar, grammofonplátur, plakatir og nógv ymiskt annað.

Eitt sum eyðkendi tað sum Birgar fekst við, er at tað hevur so stóran áhuga millum fólk. Hann gav út fleiri bøkur um Havnina og havnarfólk, sum t.d. Havnin -fólk og yrki. Talan er um stór uppslagsverk við øllum upplýsingum um alt sum hevur gingið fyri seg í Havnini frá 1900 til 1970. Eisini gav hann út bøkurnar og Tórshavn -býur og býarbørn.

Slíkt arbeiði er sera tíðar- og orkukrevjandi. Men við tí ídni og ágrýtni sum Birgar hevði við sínum væl skipaða og greiða arbeiðsmáta, er hetta ein fongur fyri Havnina, serliga av tí at tilfarið grípur inn í alla mentanina hjá býnum. Birgar savnaði nógvar túsund myndir.

Birgar var eisini fótbóltsáhugaður. Í enskum fótbólti var tað Liverpool og í føroyskum fótbólti er tað B36, sum stóðu hansara hjarta næst. Birgar hevði ein serligan tokka til 60-ini. Hann segði, at hetta tíggjuáraskeiðið fer altíð at vera nakað heilt serligt.

##med2##

Tað ber illa til at tosa um Birgar, uttan at nevna Býarsavnið, sum hann legði so stóra orku í at fáa stovnað. Har hevði hann savna saman eina ørgrynnu av lutum, sum lýsa Havnina frá tíðini, sum farin er.

Birgar stríddist við at fáa savninum fast innivist við fastari framsýning. Tað eydnaðist, tá hann fekk leigað seg inn í hølini hjá Tórs Cafteria í Niels Finsensgøtu. Men tað var ov tungt, og endin var, at hann gav Tórshavnar býráð allar lutirnar hjá savninum.

Birgir gleddi seg til at savnið skuldi fáa høli og fara at virka sum veruligt býarsavn. Tað arbeiðið er í gongd, men er enn ikki komið á mál.

##med3##

Birgar er útbúgvin skrivstovumaður. Hann arbeiddi sum skrivstovumaður hjá Havnar Timburhandli og hjá Smyril Line. Hann koyrdi eisini í fleiri ár hýruvogn í Auto.

Hann er yngst av teimum sjey børnunum hjá Jacobinu, f. Christiansen, av Signabø, og Fritleif Johannesen í Havn. Birgar búði tað mesta av sínum barnaárum yvir í Ovaru Lon, har hann flutti sum trý ára gamal.

##med4##

Systkini hjá Birgari eru: Petur, Karl, sum búði í Íslandi, Brynhild Rasmussen, Emmely Forná, Iris Petersen og Leivur, ið er tann einasti sum er eftir á lívi.

Birgar var giftur Elsu, f. Pállson úr Havn, sum doyði í 2014. Børnini eru: Bjørg, Teitur og Marin.

Birgar var sera errin av vakra modellinum av gomlu Havnini, sum hann hevði gjørt