Birita og Ásla: – Politiska orðaskifti særir

– Vit hava tosað nógv saman í tilgongdini, og Ásla er eisini komin heim onkran dag, har eg havi verið um at gráta um útsagnir hjá føroyskum politikarum í miðlunum, sigur Birita, sum saman við Áslu júst er blivin mamma

Mynd: Rasmus Árting

Mynd: Rasmus Árting

– Vit eru jú tiknar á bóli av málburi og atburði hjá politikarum bæði í miðlunum og í løgtinginum. Tað hevur simpulten verið undir alt lámark. Tað hava verið tíðarskeið, tá vit hava sløkt tólini og als ikki verið online. Tað hevur verið, tá tað er komið ov nær, og vit hava kent okkum ov raktar á keðiligan hátt. Tað er ikki altíð, at vit orka at taka hendan kampin, siga 24 ára gamla Ásla Johannesen og 26 ára gamla Birita Joensen, sum júsr eru blivnar mammur at lítlu Sólbjørg, í longri samrøðu í Vikuskifti hjá Sosialinum hesa vikuna.

Tær eru báðar á einum máli um, at tað er skaðandi fyri minnilutabólkar í samfelagnum, tá ið politikkur og átrúnaður verður samantvinnað á politiska pallinum. Tað eru jú ikki øll í føroyska samfelagnum, ið taka undir við hesi sannføringini, sum fleiri av politisku flokkunum leggja fram. Tær halda seg heldur ikki kenna hesar sannføringarnar aftur millum fólk í Føroyum, og tí hava tær eisini verið ómetaliga positivt yvirraskaðar, eftir at tær gjørdust mammur.

– Vit høvdu fyrireikað okkum upp á mótgongd, og vit vistu, at øll fóru ikki at taka líka væl ímóti okkum sum familja, at øll ikki fóru at megna at samgleðast saman við okkum, og at summi møguliga høvdu tørv á at lata tað sodna og venja seg við, at vit eru tvær føroyskar kvinnur, sum eiga eitt barn saman. Men halt kipp ikki, sum vit eru positivt yvirraskaðar av famlju og vinum og Føroyum samanumtikið, sigur Ásla Johannesen.

 

Les alla samrøðuna í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring alt landið.

 

 

Mynd: Rasmus Árting