Biskupskelda farið til verka

Biskupskelda, ið helst er Føroya fyrsta mikrobryggjarí, er nú farið til verka. Bryggjaríið heldur til í Vági, og hevur navn eftir keldu, ið er omanfyri Vág, tætt við Ryskivatn.

Farna vikuskifti var skipað fyri ølsmakking, og áhugin var stórur, men atgongdin var avmarkað. Har fingu ty luttaknadi ein lítlan fyrilestur um ølsøgu, um hugskotið til nýggja bryggjaríið, og so kundi tær fýra ølirnar, sum Biskupskelda higartil hevur sett á skrá, roynast. Eisini kundu luttakarar geva eina meting av ymsu ølunum.

Talan er um ølirnar Huldugentan, Fámará, Snæbjørn og Skúvanes.

Ætlandi verður Huldugentan at fáa í sølubúðum hjá Rúsuni um hálvan mars, men annars verður talan um sølu frá goymsluni í fyrstu syftu, siga stigtakararnir, ið eisini hava ætlanir um fleiri sløg av øli, og til ber eisini at biða um at fáa øl bryggjað til ymisk sertsøk høvi.

##med2##

##med3##

##med4##