Biskupstorg í Klaksvík: Rebus farin til verka

Orð og myndir: Dávur Winther

Orð og myndir: Dávur Winther

Tá ið vit vitjaðu í morgun fyri kl. 8, sótu menninir hjá Rebus, Bjarki, Henry og Ólavur, saman við tveimum øðrum og ráðløgdu dagin.

Teir hava longu verið til arbeiði í nakrar dagar, tó at sáttmáli við allar arbeiðstakararnar varð undirskrivaður í gár. Hesir eru Rebus, sum skal takar sær av timburarbeiði – veggir og gólv, Richard Sørensen, skal gera múraraarbeiði, Magni Jacobsen, málaraarbeiði, TTS, El-arbeiði, Klima ger automasjónsarbeiði og Victor á Lakjuni skal skipa fyri hita- og ventilatiónsarbeiðinum. Samlaða arbeiðstøkan liggur um 8,5 mió.

Rebus skal m.a. leggja góðar 700 m2 av gólvi og avskildra økið í tey seks høvuðsrúmini. Nógva staðni er talan um glasveggir, sum verða skilaveggir móti tí langa torginum, ið er um alla niðastu hædd. Tó byrja flestu glasveggirnir við einum lítlum timburveggi uppi undir loftinum.

##med2##

Rebus eru kendir fyri at vera kvikir, og tá ið spurt verður, nær tað verður liðugt, svara teir við einum smíli: á Norðoyastevnu! Tey, sum um hetta mundið flyta inn, eru eftir ætlan Norðoya Kunningarstova, Kaffihúsið Fríða, 2U, Motus Sport, Madame Vælvera og Vøggan.

##med3##

Spennandi verður at fáa eitt nýtt handils- og matstað mitt í býnum, har uttanumøkið leggur upp til nógv ymiskt - bæði á sumri og á vetri við góðum torg- og kanaløki.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

Orð og myndir: Dávur Winther