Bitcoin gjørdi Niklas til ríkmann

Fyri 10 árum síðani hugsaði Niklas Nikolajsen út um boksina og satsaði stórt upp á talgilda gjaldoyrað Bitcoin, meðan eingin annar tordi. Í dag er hann av somu orsøk sera múgvandi og er helst at rokna sum ríkasti føroyingurin, vit vita um

Niklas hevur júst verið í Føroyum og hildið feriu saman við familju síni. Vit hittu hann mánadagin

Niklas hevur júst verið í Føroyum og hildið feriu saman við familju síni. Vit hittu hann mánadagin

Áðrenn Bitcoin-ævintýrið hjá Niklasi byrjaði, tók hann bussin til arbeiðis. Í dag koyrir hann við luksusbilum og flýgur javnan við privatflogfari. Ja, Niklas Nikolajsen livur av sonnum tað søta lívið, sum vit flestu bara kunnu droyma um. Hvussu nógv hann er góður fyri, vil hann ikki upplýsa, men talan er í øllum førum um okkurt í milliardaklassanum.

Bitcoin-ævintýrið hjá Niklasi Nikolajsen byrjaði í 2010, tá hann uppdagaði hetta serliga gjaldsystemið og gjaldoyrað.

– Tað var sera týðiligt fyri meg, at hetta var ein heilt nýggj og spennandi tøkni, sum eg ikki ivaðist í, fór at blíva ein stór success og fáa stóra ávirkan á heimin, fortelur Niklas Nikolajsen.

Hann keypti Bitcoins fyri góðar 1000 dollarar, meðan virðið á einari Bitcoin var umleið 0,77 cent, og hann fekk umleið 1400 Bitcoins fyri hetta.

– 1000 dollarar vóru nógvir pengar fyri meg tá, so summi hildu meg vera øran. Men tað vísti seg at vera ein ótrúliga góð íløga, tí í dag liggur virðið á einari Bitcoin millum 11-12.000 dollarar.

Niklas hevði tó ongantíð í lívinum roknað við, at hann nøkur ár seinni fór at eiga fleiri milliónir krónur, eina milliardafyritøku, tveir Bentley luksusbilar og ein harragarð í Sveis við 56 kømrum. 

Niklas Nikolajsen er úr Kjølbro-familjuni í Klaksvík - langabbasonur sjálvan J. F. Kjølbro. Abbin var Ewald Kjølbro og mamman var Marita Kjølbro, sum giftist í Danmark. Niklas er uppvaksin í Danmark, men hann hevur eisini búð eitt ár í Føroyum sum smádrongur, og tá gekk hann í skúla í Venjingarskúlanum í Havn síðst í 80'unum.

Í nýggjasta Vikuskiftis-Sosialinum kanst tú lesa langa samrøðu við Niklas Nikolajsen, har hann fortelur alt um vegin hjá sær til success og ríkidømi. Eisini fortelur hann, hví hann roknar við, at Bitcoin í framtíðini verður vanliga gjaldoyrað í staðin fyri krónur og dollarar.

##med2##

Familjan hjá Niklas Nikolajsen á veg úr Føroyum við privatflogfara týsdagin. Frá vinstru stendur Bodil Cath, sum er kendur danskur journalistur. Anne-Christine Cath Nikolajsen og Niklas Nikolajsen saman við børnum sínum, sum eru tvíburðar. Jóannes Andreasen, sum helt saman við mammu Niklas, tá Niklas var smádrongur - og uttast til høgru er beiggi Jóannes, Sigtór Andreasen (Mynd: Dávur Winther) 

Niklas hevur júst verið í Føroyum og hildið feriu saman við familju síni. Vit hittu hann mánadagin