Bjarga skúlanæmingum á Vágseiði

Teir hava gingið seg fastar og sleppa ikki inn aftur fyri brimi

Her síggjast bjargingarfólk hjálpa næmingum upp

Her síggjast bjargingarfólk hjálpa næmingum upp

Bjargingarlið úr Suðuroynni eru farin undir at bjarga 14 skúlanæmingum, sum hava gingið seg fastar á Vágseiði. Talan er um 14 næmingar á Adventure-breytini í 10. flokki, har næmingar úr Vágs Skúla, og Tvøroyrar skúla, eru.

Næmingarnir vóru farnir vestur á Eiði at í sambandi við útilív hjá 10. flokki, men ímeðan teir vóru á eini hellu, øtlaði hann veðrið, og brimið varð so nógv, at teir sluppu ikki inn aftur.

##med2##

Fólk sum Miðlahúsið hevur samband við upplýsa, at eingin vandi á ferð, men tað er neyðugt at síga næmingarnar upp.

Vit fylgja málinum og frætta meiri seinni. 

Her síggjast bjargingarfólk hjálpa næmingum upp