Bjargaðu tveimum jollumonnum

- Teir vóru troyttir og svangir og umhugsaðu at fara út á ísin og soleiðis royna at koma sær til lands.

 

Í gjár bjargaði ein tyrla hjá Arktisk Kommando tveimum monnum í einari jollu í Ilulissat. Jollan varð vorðin føst í ísinum, og menninir fingu hana ikki leysa aftur. Tíbetur eydnaðist tað at bjarga monnunum í øllum góðum.

Tað var gjáramorgunin, at løgreglan í Ilulissat fekk fráboðanina um støðuna, sum menninir í jolluni vóru komnir í. Tá høvdu teir eisini ligið fastir í ísinum síðan umleið klokkan 16 dagin fyri.

- Mikumorgunin settu teir seg í samband við løgregluna, tí brennievnið var uppi. Teir vóru troyttir og umhugsaðu at fara út á ísin og royna at koma sær til lands. Men, løgreglan ráddi teimum frá at taka hetta stig.

Arktisk Kommando, sum sendi tyrluna til hjálpar, upplýsir, at menninir vóru væl fyrireikaðir. Teir vóru í góðum klæðum og høvdu bæði VHF og GPS'ara í bátinum.

- Tyrlumanningin tók ein løgreglumann við sær, fleyg út til jolluna, og tað gekk væl at taka menninar upp í tyrluna og flúgva teir til Ilulissat. Menninir vóru troyttir og svangir, men annars væl fyri, veit Arktisk Kommando at siga.