Bjargaður í øllum góðum

Seinnapartin leygardagin misti danski báturin Ralima ein mann, men áðrenn bjargingartyrlan var farin avstað, høvdu teir fingið mannin innaftur.

 

Hendingin fór fram á leiðini út fyri Hirtshals - ella í Tannis Víkini einar átta kilometrar út fyri Tversted, soleiðis sum Nordjyske lýsir leiðina.

Boðini av Ralima vóru, at maður var farin fyri borð, men áðrenn bjargingartyrlan var farin úr Aalborg, komu nýggj boð um, at teir høvdu fingið mannin umborð aftur, og at alt visti væl við.

Tað gingu bara átta minuttir frá tí, at boðini um mista mannin komu, til nýggj boð komu um, at maðurin var bjargaður. Eisini í Hirtshals vóru teir klárir at loysa og leita, men heldur ikki har gjørdist neyðugt at fara út úr havnini.

Nordjyske upplýsir, at hvørki Sjóbjargingarstøðin, sum fekk boð um hendingina ella Forsvarets Operationscenter, vistu at siga um smálutirnar aftan fyri hendingina. Tey vistu bara, at boðini vóru, at ein maður av bátinum Ralima var farin í havið.

Lagt verður aftrat, at báturin seinni í gjár fór til lands, har teir løgdu til bryggju í Hirtshals, har Ralima er heimahoyrandi.

##med2##

Tannis Víkin er víkin millum Hirtshals og Skagen.