Bjargingin av farmaskipi útsett til í morgin

- Nú senda vit ein av okkara sleipibátum eftir arbeiðsbátinum AQS Tor, sum skal sleipa bátin upp til Trøndelag.

Tað er grøni báturin, sum fór í havið, ið nú skal sleipast upp til Trøndelag.

Tað er grøni báturin, sum fór í havið, ið nú skal sleipast upp til Trøndelag.

 

Grøni arbeiðsbáturin AQS Tor, sum niðurlendska farmaskipið, Eemslift Hendrika, hevur mist, er í dag tikin upp á sleip. Tað váttar tekniski stjórin í norsku AQS-fyritøkuni, Kristian Hjertvik, yvirfyri VG seinnapartin í dag.

- Hetta er gleðiligt, og tú kennir teg lættan, tá tú fært eini slík boð, sigur stjórin, sum fekk boðini fyri góðum tíma síðan.

Niðurlendska farmaskipið, Eemslift Hendrika, sum hevði spildurnýggja bátin á dekkinum, umframt fleiri aðrar bátar, liggur framvegis við slagsíðu. Avgerð er tikin um at bíða til í morgin, áðrenn farið verður í holt við bjargingina av skipinum.

- Enn eru vit ikki komin á mál. Nú senda vit ein av okkara sleipibátum eftir AQS Tor, sum skal sleipa bátin upp til Trøndelag, sigur Kristian Hjertvik, tekniskur stjóri í AQS-fyritøkuni, sum veitir tænastur til alivinnuna.

Norskir miðlar hava skrivað, at nýbygdi arbeiðsbáturin, sum Eemslift Hendrika misti í havið og sum sæst í reyða ringinum á myndini oman fyri, kostar 66 miljónir norskar krónur.

##med2##

Tað er grøni báturin, sum fór í havið, ið nú skal sleipast upp til Trøndelag.

Her verður sett fast í arbeiðsbátin, ið flýtur sum ein proppur í sjónum.