Teir eru nú fyribils givnir við royndini at bjarga Northguider í Hinlopensundinum á Svalbard. Myndina eigur Kystverket.

Bjargingin av Northguider er miseydnað

- Fyri umhvørvið er tað ikki vandamikið, at skrokkurin verður liggjandi eitt ár aftrat, men eg vildi gjarna sæð skipið til upphøggingar í Bergen, sigur átaksleiðarin, Rune Bergstrøm.

Teir eru nú fyribils givnir við royndini at bjarga Northguider í Hinlopensundinum á Svalbard. Myndina eigur Kystverket.

 

Tað er nú greitt, at norski rækjutrolarin, sum hin 28. desember í fjør endaði á einum flúri í Hinlopensundinum á Svalbard, í øllum førum verður liggjandi til næsta summar. Manningin, sum taldi 14, varð bjargað við tyrlu, tá trolarin í myrkri, kulda og ringum líkindum endaði á flúrinum, har hann hevur staðið - og ligið - síðan.

NRK veit nú at siga, at royndirnar at bjarga skipinum nú eru útsettar til næsta summar. Tað eru norskir myndugleikar sum krevja, at skipið verður fingið burtur úr aftur sundinum, men hetta letur seg ikki gera, nú veturin nærkast.

Átaksleiðarin hjá Kystverket, Rune Bergstrøm, váttar yvirfyri NRK, at Northguider nú verður liggjandi fyri veturin.

Tað er niðurlendska bjargingarfelagið, Smit Salvage, sum saman við tryggingarfelagnum Gard hevur arbeitt við at beina burtur skipsvrakið. Veðurlíkindini í økinum hava verið skiftandi og trupul, síðan bjargingararbeiðið byrjaði í august.

Skrokkurin á Northguider hevur eisini fingið størri skaðar enn áður hidið. Átaksleiðarin sigur, at Kystverket nú hevur fingið boð frá Gard og Smit Salvage um, at møguleikar ikki eru at gera meira við bjargingararbeiðið í heyst.

- Tá teir høvdu fingið trolaran á rættkjøl, vísti tað seg, at skipsskrokkurin var so illa farin, at tað ikki letur seg gera at sveisa holini aftur og flota skipið í heyst, soleiðis at skipið kundi sleipast til lands.

Rune Bergstrøm sigur við NRK, at nú verður neyðugt at leggja eina aðra ætlan fyri at fáa trolaran burtur úr økinum. 

Tá Northguider fór á land, vóru 300.000 litrar av diesel-olju í tangunum, men fyri at umgangast eina dálkingarvanlukku, varð øll oljan tikin úr skipinum miðskeiðis í januar mánaði í ár.

- Eg eri glaður fyri, at vit í vetur fingu oljuna úr skipinum, soleiðis at bara stálskrokkurin nú er eftir. Fyri umhvørvið er tað ikki vandamikið, at skrokkurin verður liggjandi eitt ár aftrat, men eg vildi gjarna sæð skipið til upphøggingar í Bergen, sigur átaksleiðarin, Rune Bergstrøm.

##med2##

 

 

 

 

Teir eru nú fyribils givnir við royndini at bjarga Northguider í Hinlopensundinum á Svalbard. Myndina eigur Kystverket.

Reyði "dropin" vísir, hvar Hinlopensundið á Svalbard er.