Bíligari at flúgva ímillum Føroyar og umheimin

Nú er ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at prísurin á flogferðaseðlum ímillum Føroyar og umheimin, skal lækkast.

Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, heldur, at tað er alneyðugt at fáa prísin á flogferðaseðlum, niður.

 

Hann sigur, at vil landsstýrið einki gera við málið, fer hann at royna at fáa aðrar tingslimir at leggja uppskot saman við sær, fyri Løgtingið um at gera tað bíligari at flúgva ímillum Føroyar og umheimin.

 

- Ein ferðaseðil við flúgvara, aftur og fram ímillum Føroyar og umheimin, eigur í mesta lagi ikki at kosta meiri enn 2500 krónur tilsamans hjá einum vaksnum fólki.

 

Og ferðaseðilin fyri eitt barn undir 15 ár, skal tilsamans ikki kosta meiri enn 1500 krónur aftur og fram, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Hann sigur, at dýru ferðaseðlarnir darva menningini av føroyska samfelagnum, og teir skerja møguleikan hjá fyribils útisetum og útlendingum at geva sítt íkast til føroyska samfelagið.

 

- Ferðavinnan hevði eisini havt munandi betur fortreyt at ment seg við einum lægri ferðakostnaði, segði Páll á Reynatúgvu.