Bjarni Kárason Petersen fer upp í Sjálvstýri

– Eftir at hava sæð, hvussu nógv møttu upp til aðalfund hjá Sjálvstýri, havi eg valt at skifta flokk.

Tað skrivar Bjarni Kárason Petersen, løgtingmaður fyri Framsókn, á sínum Facebookvanga í dag 1. apríl.

– Tað er eisini eitt náttúrligt skifti, eftirsum fólk í forvegin kalla meg Kári. Saman við Kristin fara vit at umboða flokkin á tingi.

– Eg fari sjálvandi eftir formansessinum, skrivar Bjarni Kárason Petersen í dag 1. apríl 2021.

 ##med2##