Danir til fólkaatkvøðu um ES-lóggávu

Fólkaatkvøða verður 3. desember um leiklutin hjá Danmark í millum annað Europol-samstarvinum.

Danir skulu á fólkaatkvøðu 3. desember taka støðu til, um Danmark framhaldandi skal vera við í Europol-samstarvinum. Tá skulu danir nevniliga atkvøða um eina danska tilvalsskipan til rættarpolitikkin hjá ES.


Tað gjørdist greitt í dag, tá forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, boðaði frá eini semju, har fleiri flokkar mæla til eitt ja.


Venstre, Socialdemokraterne, Konservativ Folkeparti, Socialistisk Folkeparti, Radikale Venstre og Alternativet mæla øll til eitt ja, meðan Dansk Folkeparti, Enhedslisten, Liberal Alliance og Folkebevægelsen mod EU mæla til eitt nei.


Danir hava síðani 1993 havt eina serliga avtalu við ES, har Danmark hevur tikið støði í hvørjum einstøkum máli um felags rættarpolitikkin hjá ES. Tað hevur ført við sær, at danska lóggávan og ES-lóggávan eru so ólíkar, at danir eru um at glíða úr Europol-samstarvinum.


Um danir atkvøða ja til fólkaatkvøðuna, so verða 22 evropeiskar rættarskjøl sett í gildi í Danmark, men tað fer ikki at ávirka flóttafólkapolitikkin hjá dønum.


- Eg eri glaður fyri, at flokkarnir hava samtykt avtaluna, ið vit hava við hvørjum øðrum. Tað er altavgerandi, at vit ikki glíða úr Europol-samstarvinum. Tað er tó týdningarmikið, at vit framhaldandi sjálvi avgera okkara flóttafólkapolitikk, segði Lars Løkke Rasmussen, tá hann boðaði frá fólkaatkvøðuni.