Bjóða arbeiðið út at dýpa havnina í Skopun

– Vit fara at bjóða arbeiðið út at taka upp grótið, sum er komið í innsiglingina í Skopun. Arbeiðið er mett at kosta onkustaðni millum 2 og 4 milliónir krónur. Vit fara at biðja løgtingið um eykajáttan at fáa arbeiðið gjørt, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen

– Í tveir ein hálvan mánað frá januar til mars í ár vóru 33 avlýsingar hjá Teistanum, tí hann ikki slapp inn ella út úr Skopunar havn, segði Brandur Sandoy, tingmaður hjá Fólkaflokkinum, tá ið hann fyri løtu síðani í løgtinginum spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann, hvat landið vil gera við málið um innsiglingina í Skopunar havn, har nógv grót órógvar siglingina hjá strandfaraskipinum.

Í svarinum vísti Jørgen Niclasen á kanningar, sum Landsverk hevur gjørt í Skopun, har teir eisini vísa á, at neyðugt er at rudda innsiglingina.
Hann endaði við at siga.

– Vit fara nú at bjóða arbeiðið út og at fáa tilboð inn. So fari eg at biðja løgtingið um eykajáttan. Sigur løgtingi ja, so verður arbeiðið gjørt í summar, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vísti á, at týdningarmikið er, at arbeiðið verður gjørt nú í summar, meðan veðrið er til tað.

Lesið alt svarið her.