Bjóða fólki at tosa um nakrar av lívsins stóru spurningum

– Men tey fara eisini at tosa um at varðveita ferðavinnuna eftir koronu

Frá vinstru eru tey Pál Weihe, Joahnes Jensen, Guðrið Højgaard og Høgni Mohr, sum fara at viðgera stórmál á almennum fundi mánakvøldið

Frá vinstru eru tey Pál Weihe, Joahnes Jensen, Guðrið Højgaard og Høgni Mohr, sum fara at viðgera stórmál á almennum fundi mánakvøldið

Hvar eru vit og hvagar fara vit? Tað eru tveir av teimum stóru spurningunum, tey fara at umrøða á fundi í Reinsarínum í Havn mánakvøldið, Tað er Framsókn sum bjóðar til almennan, og ókeypis, fund at seta sjóneykuna á teir politisku og hugsjónarligu spurningarnir, ið eiga at fáa viðgerð í almenna orðaskiftinum.

Í meira enn eitt ár hevur Korona sett dagsskránna í so at siga øllum lívsins viðurskiftum, og hóast tað sæst eitt ljós fyri endan á tunlinum við alsamt fleiri koppsetingum, halda tey í Framsókn, at tað standa nógvir ósvaraðir spurningar eftir, um hvar vit eru og hvagar vit fara, siga tey.

– Nær skulu atlitini til samfelagið takast fram um frælsið hjá tí einstaka, og eru vit kanska longu lopin framav? Hvørja ábyrgd hava vit fyri hvørjum øðrum - og hvørjum skal mann yvirhøvur trúgva í hesum døgum, eru aðrir spurningar, sum verða viðgjørdir. Og tey hava fingið Høgna Mohr, rithøvunda, og Pál Weihe, professara, at skifta orð um hesi viðurskifti.

Ferðavinnan er í stórum trupulleikum í løtuni, tí frá at standa í stórum vøkstri í fleiri ár, kódnaði vinnan í fjør, tá ið at kalla ongi ferðafólk komu til landið.
Fleiri hundrað í vinnuni vóru søgd úr starvi, og leitaðu sær aðrastaðni at arbeiða. Sjálvstøðug vinnurekandi, sum hava gjørt stórar íløgur til at taka ímóti ferðafólki, standa nú við ongari inntøku, og tær stóru fyritøkurnar hava fingið ein frammaná, beint sum tær hava nýtt nógva orku til at víðka sítt virksemi, fyri at gera seg klárar til árið í fjør, sum skuldi vera tað besta árið higartil. 

– Men hvørji eru so framtíðar útlitini fyri vinnuna nú og hvussu ætlar vinnan at varðveita gongdina ið hevur verið tey seinastu árini? Og hvønn leiklut hevur politiski myndugleikin í at tryggja, at tað, sum er bygt upp seinastu árini, ikki dettur á gólvið?

Alt hetta eru spurningar, sum Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, og Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, fara at hugleiða um á fundinum.

Frá vinstru eru tey Pál Weihe, Joahnes Jensen, Guðrið Højgaard og Høgni Mohr, sum fara at viðgera stórmál á almennum fundi mánakvøldið